Biskupur: Hendan skipanin á Argjum er skilagóð

Biskupur: Hendan skipanin á Argjum er skilagóð
- Avgerðin er staðbundin, og myndugleikin er staðbundin, men eg haldi, at hendan skipanin á Argjum er bæði víðskygd, skilagóð og burðardygd, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur
 
25.07.2026 - 18:41

Tá nýggja kirkjan á Argjum verður bygd, fær Stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið á Argjum, sambært einari tinglýstari samstarvsavtalu, ókeypis og tíðaróavmarkaðan nýtslurætt til kirkjuna.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at Heimamissiónin er ein sjálvstøðug vekingarrørsla, men samstundis ein partur av fólkakirkjuni.

- Hendan skipanin á Argjum er bæði víðskygd, skilagóð og burðardygd, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Hann vísir á, at kirkjuráð hava stóra ábyrgd fyri kirkjunum á staðnum, og at tey - innan galdandi reglur - kunnu gera avtalur um nýtslu av kirkjuni.

Samstundis sigur biskupurin, at kirkjur fyrst og fremst eru vígdar til kirkjuligt virksemi, og at tað eru ávís mørk fyri, hvat tær kunnu brúkast til.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða her:

Jogvan_Fridriksson_EDIT

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342