Fleiri vilja lesa í Føroyum enn áður

Fleiri vilja lesa í Føroyum enn áður
Færri við føroyskum miðnámsprógvi hava søkt inn á donsk universitet í ár enn í fjør og talið av umsøkjarum á Fróðskaparsetrinum er hækkað
Fróðskaparsetrið
Mynd: Savnsmynd  
 
30.07.2026 - 19:00

Um ólavsøkuna hava føroysk ung fingið svar uppá, um tey hava fingið lestrarpláss á universitetum í Danmark ella ikki. Men í ár eru færri umsøkjarar enn í fjør. Tað vísa tøl sum Kringvarpið hevur fingið frá danska útbúgvingar- granskingarmálaráðnum. 

 


Í ár hava 14.2 prosent færri umsøkjarar søkt inn á donsk universitet enn í fjør, og tá er talan um umsøkjarar við føroyskum gymnasialum miðnámsprógvi. Talið av umsøkjarum varð 873 í ár og 1019 í 2025. 

 

 

Hinvegin er talið av umsøkjarum á Fróðskaparsetrinum hækkað sammett við síðsta ár. 11,5 prosent fleiri enn í fjør hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið. Inn komu 427 umsóknir, ímeðan tær í 2025 bert vóru 383.

 


Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at hendan broytingin er nokkso týðilig sjálvt um útsving kunnu verða ár um ár. Tó heldur hann, at tað er ringt at siga, um talan er um ein tendens. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða her:

 

1824851

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717