Uttanlandsnevndin boðsendi landsstýrismanninum

Uttanlandsnevndin boðsendi landsstýrismanninum
Nakrir limir í Uttanlandsnevndir hava verið ónøgdir við landsstýrismannin í uttanríkismálum, eftir at hann hevur fundast við danska verjumálaráðharran
Jørgen Niclasen er formaður í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, og Høgni Hoydal er næstformaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2026 - 14:13

Í morgun hevur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verið og kunnað Uttanlandsnevndina um fund millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska verjumálaráðharran um vikuskiftið. Jørgen Niclasen, formaður í uttanlandsnevndini, sigur við Kringvarpið, at tað er fyrstu ferð, at Uttanlandsnevndin hevur brúkt heimildina at boðsenda landsstýrismannin

Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, var um vikuskiftið á vitjan í Føroyum og hevði m.a. fund við Bárð á Steig Nielsen, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Eftir fundin hevur Jeppe Bruus sagt, at teir báðir hava gjørt avtalu um økt hernaðarligt virksemi. Bárður á Steig Nielsen heldur hinvegin upp á, at eingin ítøkilig avtala er gjørd.

Men nakrir limir í Uttanlandsnevndini hava verið ónøgdir um, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, ikki hevur ráðført seg við nevndina.

- Tí helt eg, at, lat okkum fáa kunning, og so brúkti eg ta heimildina, at formaðurin kann biðja landsstýrismannin koma at kunna nevndina. Tað var tað, sum gekk fyri seg í morgun. Tað vóru nevndarlimir, sum ynsktu okkum at viðgera júst hetta, og so brúkti eg sum formaður ta heimildina.

Sambært Tingskipanini hava Uttanlandsnevndin heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrisfólki at kunna um ávís mál. Jørgen Niclasen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at nevndin brúkar ta heimildina.

- Ja, hetta er ein forholdsvís nýggj heimild. Og hetta er so fyrstu ferð, at vit hava brúkt hana. Og eg haldi, at hetta er ein góður og smidligur máti, soleiðs at vit á uttanríkispolitiska økinum helst øll politiska skipanin tosar við einari tungu. Skulu vit tað, so má vitanarstøðið vera so høgt sum møguligt, og tað er júst tað, ið henda heimildin kann brúkast til.

Hoyr innslag úr Útvarpstíðindunum.

1825665

 

Formligt um Uttanlandsnevndina

Stýrisskipanin um Uttanlandsnevndina
§ 54 Løgtingið velur millum løgtingsfólk eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

Tingskipanin um Uttanlandsnevndina
§ 24, pkt. 2. Uttanlandsnevnd við 7 limum og 7 varalimum. Hon røkir sítt starv sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini og gevur Løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, marknaðar- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark. Nevndarformaðurin ella meirilutin í nevndini kann boðsenda løgmanni ella landsstýrisfólki á fund at kunna nevndina um ávís mál. Heitt kann eisini verða á løgmann ella landsstýrisfólk um at lata nevndini skrivliga kunning um ávís mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713