Nógvar broytingar um hægri útbúgving

Nógvar broytingar um hægri útbúgving
Fróðskaparsetrið vil hava útbúgvingar, sum fevna víðari enn núverandi skipan loyvir
 
13.08.2026 - 07:44


Fróðskaparsetrið vil hava útbúgvingar, sum fevna víðari enn núverandi skipan loyvir.

Tí ætlar Mentamálaráðið at broyta lógina um Fróðskaparsetrið.

Ítøkiliga er uppskotið sprottið úr einari diplomútbúgving í námsfrøði, sum gevur lesandi fakligar 
førleikar at virka á tí námsfrøðiliga økinum, hóast talan ikki er um fullar bachelorútbúgvingar. 

Samstundis er ein eftirútbúgvingarskipan fyri fólkaskúlalærarar á veg.

Eftirútbúgvingarnar vera skipaðar sum masterútbúgvingar. 

Lógarbroytingarnar geva møguleika at skipa útbúgvingar, sum heimild ikki er fyri í dag.

Góðskutrygging

Tær kunnu sum frá líður geva betri amboð til at skipa útbúgvingar við størri smidleika enn áður, 
og størri samanhang millum ymiskar útbúgvingar, sigur Mentamálaráðið. 

Uppskot er eisini um betri góðskutrygging. 

Og siðvenjan um stakskeið skal í lógina.

Ein onnur broyting er, at Fróðskaparsetrið kann eisini gera fólk, sum hava útint serstakt mentanarligt 
lívsverk við serligum týdningi fyri føroyska samfelagið, til heiðursdoktara. 

Galdandi lóggáva er frá 2008 og broytt í 2012. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329