Barnabati: Hækkaða orkuískoytið eigur at koma børnum til góðar

Barnabati: Hækkaða orkuískoytið eigur at koma børnum til góðar
Barnabati hevur skrivað til trivnaðarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um at hækka orkuískoytið
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum viðger í løtuni uppskotið hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka orkuískoytið.
 
17.08.2026 - 08:58

Hvussu kemur uppskotið um at hækka orkuískoytið børnunum til góðar?

Tann spurningurin er grundleggjandi at taka við, nú løgtingið viðger uppskotið hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka orkuískoytið.

Tað sigur Barnabati í skrivi til trivnaðarnevndina hjá løgtinginum.

Barnabata dámar væl, at inntøkumørkini fyri at fáa ískoytið verða hækkað. 

Samstundis er týdningarmikið at hyggja at familjunum við mørkini. 

 

Verður ikki brádliga væl fyri

Ein familja verður ikki brádliga fíggjarliga væl fyri, tí ársinntøkan er eitt sindur hægri enn eitt ásett mark, sigur Barnabati.

Barnabati tekur ikki støðu til eina ávísa upphædd fyri ognarmarkið. 

Men ogn á pappírinum gevur ikki altíð eina rættvísandi mynd av, hvussu nógv familjan í veruleikanum hevur at liva av hvønn mánað. 

Familjur kunnu hava høgar fastar útreiðslur og lítið gjaldføri, hóast tær hava ogn.

Og er stuðulin nóg lættur at fáa hjá familjunum, sum hava størsta tørvin, spyr Barnabati.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329