Byrjaði sum stjóri, tá ið Føroyar fóru á húsagang

Byrjaði sum stjóri, tá ið Føroyar fóru á húsagang
Leif Abrahamsen, sum leggur frá sær sum stjóri á Gjaldstovuni 1. november, fer nú at raðfesta familjuna og ikki minst abbabørnini, sum búgva uttanlands
Leif Abrahamsen gevst sum stjóri á Gjaldstovuni 1. november.
 
17.08.2026 - 13:21

Leif Abrahamsen tók við sum stjóri á Gjaldstovuni um tað mundið, tá ið Føroyar fóru á húsagang fyrst í nítiárunum.

Leif Abrahamsen var bara 32 ára gamal, og blekkið var ikki meira enn tornað á setanarbrævinum, tá hann fekk stóra avbjóðing.

Bankarnir fóru á húsagang, eftirstøðurnar hjá landinum vuksu, trygdirnar vóru burtur, og veðhald gjørdust effektiv. Og landskassin var tómur.

- Nú eg eri vorðin 67 ár, og havi verið við 35 ár við róðrið, er tíðin komin at leggja frá sær, sigur Leif Abrahamsen, sum nú fer at raðfesta familjuna, og ikki minst abbabørnini, sum búgva uttanlands.

Hoyr samrøðu við Leif Abrahamsen, sum var gestur í útvarpstíðindunum: 

 

17082026_Leif


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507