Gevst sum stjóri á Gjaldstovuni

Gevst sum stjóri á Gjaldstovuni
Leif Abrahamsen hevur verið stjóri á Gjaldstovuni í 35 ár
Leif Abrahamsen hevur verið stjóri á Gjaldstovuni í 35 ár.
 
17.08.2026 - 11:27

Leif Abrahamsen, sum hevur verið stjóri á Gjaldstovuni í 35 ár, gevst 1. november.

Leif Abrahamsen var 32 ára gamal, tá hann tók við stjórastarvinum í 1991.

Talan gjørdist um ein elddóp, tí bara eitt ár seinni komu Føroyar í búskaparligt ódnarveður, tá bankarnir fóru á húsagang, og landskassin var tómur.

Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um at vera tøkur sum ráðgevi frameftir. 

Fíggjarmálaráðið fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra til Gjaldstovuna. 

Leif Abrahamsen verður gestur í útvarpstiðindunum klokkan 12.20

Les meira her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423