Fólk býr nú aftur í Múla

Fólk býr nú aftur í Múla
Tvey fólk fluttu til Múla i juni
Nú býr fólk aftur í Múla.
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
18.08.2026 - 15:02

Fyri fyrstu ferð í meira enn 12 ár eru fólk skrásett at búgva í Múla.

Tað upplýsir Hagstovan við Landsfólkayvirlitinum sum keldu.

Hagstovan skrivar, at tvey fólk fluttu til Múla í juni. 

Hagstovan hevur gjørt upp fólkatalið í Føroyum, pr 1.juli. Tá búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn 1.juli í fjør.

 

 

370 fólk fleiri í Tórshavnar kommunu

Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnar Kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum býr. Har eru tey 370  fólk fleiri 1.juli í ár enn 1.juli í fjør.

Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar, Nes og Eysturkommunu.

Størsta fólkaminkingin er í Tvøroyrar kommunu. Har vóru tey 35 fólk færri 1.juli í ár enn somu tíð í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507