Kanna áhuga at byggja í Hesti

Kanna áhuga at byggja í Hesti
Góðir 3.200 fermetrar eru tøkir at byggja á í sunnara enda av bygdini
Talan er bæði um sethús og frítíðarhús.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
18.08.2026 - 11:33

Tórshavnar kommuna kannar nú, um áhugi er fyri at byggja í Hesti.

Talan er bæði um sethús og frítíðarhús.

Góðir 3.200 fermetrar eru tøkir at byggja á í sunnara enda av bygdini.

Ætlanin er at stykkja út í smærri grundstykki.

 

 

Enn er eingin verkætlan gjørd, so spurningar um stødd, kostnað, tíðarætlan og treytir eru ósvaraðir, til kommunan hevur fingið úrslitið av kanningini.

Tað skal brúkast til at gera av, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari við ætlanini.

Freistin at svara kanningini er 17. september á middegi.

Kanningin er á heimasíðuni torshavn.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655