Vil hava eldrakekk sum í Danmark

Vil hava eldrakekk sum í Danmark
Lágløntir fólkapensjónistar eiga at fáa ein eldrakekk, sum er 26.000 kr. um árið, er ogn teirra minni enn 108.000 kr. 
Nógvir pensjónistar eru undir markinum fyri at vera í fátækraváða, sigur Áhugabólkurin.
 
18.08.2026 - 07:00

Lágløntir fólkapensjónistar eiga at fáa ein eldrakekk, sum er 26.000 kr. um árið, er ogn teirra minni enn 108.000 kr. 

Tað heldur Áhugabólkur pensjónista, sum hevur verið á fundi í trivnaðarnevndini um orkuískoytið. 

Áhugabólkurin tekur undir við uppskotinum hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi um at hækka orkuískoytið í ár.

Men hann heldur, at ognarmørkini eru alt ov lág. 

Áhugabólkurin vísti á, at løgtingið kann samtykkja at geva lágløntum pensjónistum, fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum ein eldrakekk ella pensjónskekk eftir danskari fyrimynd.

Eldrakekkur

Í Danmark fáa lágløntir fólkapensjónistar eldrakekk, sum er 26.000 kr. um árið, um tey eiga minni enn 108.000 kr.  

Eisini var víst á, at tað hevði gjørt stóran mun hjá fyritíðarpensjónistum, fingu teir útgoldið óbrúktan fyritíðarpensjónsfrádrátt.

Áhugabólkurin sigur, at nakrar pensjónir eru fleiri túsund krónur undir markinum fyri fátækraváða.

Sambært uppskotinum hjá Sjálvstýri og Tjóðveldi skal orkuískoytið bara hækka í ár.

Áhugabólkur pensjónista heldur, at neyðugt er alt fyri eitt at arbeiða við átøkum í 2027. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666