Atkvøða um fleiri fiskidagar til bólk 5B

Atkvøða um fleiri fiskidagar til bólk 5B
Trý andstøðuuppskot fáa eisini fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Tingfundur verður fyrrapartin.
 
26.08.2026 - 07:58

Í dag fer løgtingið at samtykkja uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, um fleiri fiskidagar til bólk 5B.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera á tingfundinum í dag.

Øll í vinnunevndini uttan ein taka undir við uppskotinum.

Trý andstøðuppskot hava fyrstu viðgerð í dag.

Tey eru lógaruppskotið hjá Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn um stutttíðarleigu. Og tvey uppskot eru til samtyktar.

Allir flokkar í andstøðuni vilja hava landslæknaembætið yvirtikið.

Og teir vilja hava landsstýrið at gera heildarætlan við ítøkiligum átøkum um, hvussu kynslig brotsverk kunnu fyribyrgjast og basast, og leggja lógaruppskot um hana fyri løgtingið.

Í morgin eru munnligir spurningar á skránni hjá løgtinginum.

Tingfundurin í dag er kl. 11.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846