Fara at MR-skanna bróst á Klaksvíkar sjúkrahúsi í november

Fara at MR-skanna bróst á Klaksvíkar sjúkrahúsi í november
Landsstýriskvinnan sigur, at MR-skanningar av brósti kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar
MR-skanningar av bróstum á Klaksvíkar sjúkrahúsi byrja fyrst í november.
 
26.08.2026 - 10:22

MR-skanningar av bróstum á Klaksvíkar sjúkrahúsi byrja fyrst í november.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingstingkvinnu.

Landsstýriskvinnan sigur, at sambært Sjúkrahúsverkinum er arbeiðið at gera útgreiningar og fyrireikingar  ikki heilt liðugt.

Men tað er komið so mikið væl áleiðis, at tey vænta, verksetingin verður fyrst í november.

Landsstýriskvinnan sigur, at MR-skanningar av brósti kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar.

Men tær vera í ávísum førum brúktar sum ískoyti til mammografi.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820