Fer nú at viðgera tilmælini um broytingar í bólki 5B

Fer nú at viðgera tilmælini um broytingar í bólki 5B
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at hava fund við umboð fyri vinnunevndina hjá løgtinginum fyrsta dagin
Alt bendir á, at útróðrarbátar í bólki 5B fáa 750 fiskidagar aftrat í ár.
 
26.08.2026 - 13:26

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen,  fer nú at viðgera tilmælini frá meirilutanum í vinnunevndini hjá løgtinginum um broytingar í bólki 5B.

Fundur verður við umboð fyri vinnunevndina fyrsta dagin.

Meirilutin mælir til at áseta eitt minstamark fyri, nær ein avreiðing telur sum ein fiskidagur. Markið skal - sambært meirilutanum í vinnunevndini - vera 150 kilo:

 

26082026_Bardur_1

 


Bárður á Steig Nielsen. 

 

Eisini mælir meirilutin í vinnunevndini til at hækka markið fyri, nær útróðrarbátar fara úr bólki 5 B og í bólk 5 A.

Markið - sum nú er 200.000 krónur - skal hækka, sambært meirilutanum í vinnunevndini:

 

26082026_Bardur_2

 

Løgtingið viðger aftur í dag uppskotið hjá landsstýrismanninum um at lata útróðrarbátunum í bólki 5B 750 fiskidagar afturat. 

Øll í vinnunevndin uttan ein mæla tinginum til at samtykkja uppskotið, sum kemur til atkvøðugreiðslu eftir aðru viðgerð í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860