Løgtingið samtykt fleiri fiskidagar til bólk 5B

Løgtingið samtykt fleiri fiskidagar til bólk 5B
Uppskotið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat
Løgtingið hevur samtykt, at útróðrarbátar í bólki 5B skulu fáa 750 dagar aftrat í ár. (Savnsmynd)
 
26.08.2026 - 14:19

Útróðrarbátarnir í bólki 5B fáa 750 dagar aftrat í hesum fiskiárinum.

Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Fyrst var atkvøtt um uppskot um at beina málið aftur í vinnunevndina, men tað fall. Sjey atkvøður vóru fyri og 22 ímóti.

Tá atkvøtt var um lógaruppskotið, vóru 22 atkvøður fyri og sjey ímóti.

Stórur meiriluti var í vinnunevndini fyri uppskotinum.

Málið um at lata bólki 5 fleiri fiskidagar skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053