- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 munnligir fyrispurningar í tinginum
22 munnligir fyrispurningar í tinginum
Tingfundur verður klokkan 11

27.08.2026 - 09:35
Fyri fyrstu ferð í hesi tingsetuni eru munnligir fyrispurningar í løgtinginum í dag.
Løgmaður og landsstýrisfólk skulu svara tilsamans 22 fyrispurningum.
Løgtingsfólk kunnu seta løgmanni ella landsstýrisfólkum munnligar fyrispurningar.
Tey skulu í seinasta lagi dagin fyri boða løgtingsforfólkinum, løgmanni ella landsstýrisfólkinum frá, hvat tey ætla at spyrja um.
Løgtingsfólk kunnu eisini spyrja nevndarforfólk, hvussu gongst at viðgera mál, sum eru í nevnd, men einki álit er komið haðani.
Tingfundurin í dag er kl. 11.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























