Ukraina: Menn doyggja í krígnum og barnatalið minkar í stórum

Ukraina: Menn doyggja í krígnum og barnatalið minkar í stórum
Fyri tíggju árum síðani vóru 32.000 børn í miðal fødd um mánaðin, nú er tað talið bara 12.000. Ein minking upp á 62,5 prosent
Fólkatalið í Ukraina er minkað støðugt, síðani russisku innrásina 24. februar 2022.
Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.08.2026 - 07:58

Tað er ikki bara á hermótinum, at ukrainar stríðast - teir stríðast eisini við eitt støðugt minkandi barnatal.

Fyri tíggju árum síðani vóru 32.000 børn í miðal fødd um mánaðin, nú er tað talið bara 12.000. Ein minking upp á 62,5 prosent. 

Tað stendur so mikið illa til í Ukraina, at fyrra hálvár í ár var talið á deyðum næstan fýra ferðir størri enn føðitalið, vísa nýggjastu tølini hjá ukrainska løgmálaráðnum.

Fólkatalið í Ukraina er minkað støðugt, síðani russisku innrásina 24. februar 2022.

 

Fólkatalið minkað niður í 31 mió.

Fyri kríggið hevði Ukraina 44 milliónir fólk, nú búgva tað okkurt um 31 mió. í krígsherjaða landinum.

At deyðatalið er so nógv størri enn føðitalið, kann gerast ein stórur trupulleiki hjá Ukraina.

Rune Lindahl-Jacobsen, granskari í fólkatalsfrøði, sigur, at við hesari gongdini fellur fólkatalið 1,2 prosent á hvørjum ári. Tað merkir, at landið missir 3,8 mió. fólk í 10 ár.

Høvuðsorsøkirnar eru, at menn doyggja í krígnum, og børn ikki verða fødd, sigur hann.

At menninir doyggja í kríggi, hevur við sær, at tað í dag eru umleið tvær mió. fleiri kvinnur enn menn í Ukraina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086