Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið

Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka 
Í Breddanum í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast. (Savnsmynd)
 
28.08.2026 - 09:30

Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti. 

Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. 

Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027.

Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. 

Í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast.

Grímur Sundstein, formaður í trivnaðarnevndini í løgtinginum, Liljan Weihe, limur í trivnaðarnevdini, Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Ruth Vang, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vera í útvarpsstovuni.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952