Nevna møguleikan fyri útjavning at fíggja eldraøkið

Nevna møguleikan fyri útjavning at fíggja eldraøkið
Fíggingarleisturin til eldraøkið var evnið í Breddanum fyrrapartin
 
28.08.2026 - 14:04

Útreiðslurnar til eldraøkið vaksa, og inntøkurnar hjá kommunum fylgja ikki við.

Summar kommunur klára at bera eykaútreiðslurnar, men vandi er fyri, at aðrar kommunur hokna undir byrðuni, og tað kann raka tænastuna.

 


Ruth Vang. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Ruth Vang, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísa ikki aftur, at landið hevur eina ábyrgd at útjavna, soleiðis at allar kommunur í Føroyum kunnu veita eins góðar tænastur á eldraøkinum. 

Tað søgdu tey í Breddanum fyrrapartin:

 

28082026_Ruth

 


Aksel V. Johannesen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aksel V. Johannesen er samdur við Ruth Vang, at tað er ein uppgáva hjá landinum, men at tað er torført at fáa kommunurnar at semjast um tað:

 

28082026_Aksel

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952