Sleppa á onnur mið við frystum fiski

Sleppa á onnur mið við frystum fiski
Nú sleppa bátar, sum frysta fiskin, teir fáa á Føroya banka, at fara aðrastaðni at royna uttan at avreiða frysta fiskin fyrst
Bankatoskurin er tiltikin góður.
 
28.08.2026 - 05:54

Nú sleppa bátar, sum frysta fiskin, teir fáa á Føroya banka, at fara aðrastaðni at royna uttan at avreiða frysta fiskin fyrst.

Sambært galdandi kunngerð kunnu fiskifør, sum frysta fiskin, tey fáa á Føroya banka, ikki royna aðrastaðni, fyrr enn frysti fiskurin er avreiddur.

Nú er uppskot gjørt um at strika hetta kravið.

Tað er til hoyringar.

Nýggj áseting er um, at fiskur, sum er fingin á Bankanum og frystur, skal stúgvast fyri seg.

Allur pakningur við frystum fiski av Bankanum skal merkjast við navni á fiskifari, fiskileið, fiskaslagi og veiðidagfesting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101