Vørn fer at umsita alla tilbúgving

Vørn fer at umsita alla tilbúgving
Umsitingin av tilbúgvingarlógini og starvsfólkini, sum umsita hana, vera flutt frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum til Vørn
Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og styrkja samskipanina og menningina hjá økinum, sigur landsstýrið.
 
28.08.2026 - 08:13

Vørn fær nú alla tilbúgving.

Og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið verður umskipað til Arbeiðseftirlitið.

Umsitingin av tilbúgvingarlógini og starvsfólkini, sum umsita hana, vera flutt frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum til Vørn. 

Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og styrkja samskipanina og menningina hjá økinum, sigur landsstýrið.

Við umskipanini verður arbeiðsumhvørvisøkið høvuðsvirksemið hjá Arbeiðseftirlitinum. 

Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.

Tummas Pauli Juul, deildarleiðari, hevur fyribils tikið við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Broytingarnar koma longu 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025