Arbeiða nú við súkklubreyt í Húsahaga

Arbeiða nú við súkklubreyt í Húsahaga
Nú meiriluti ikki longur er fyri at gera súkklubreyt við Vesturvarða, er Tórshavnar kommuna farin at arbeiða við at gera súkklubreyt í Húsahaga. Festarin mælir frá
 
30.08.2026 - 18:00

- Eg fekk tað at vita hósdagin, haldi eg at tað var.

Tað sigur Tummas A. Rubeksen, festari í Húsahaga, um nýggju ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu at gera súkklubreyt í Húsahaga.

Kommunan hevur arbeitt við at gera súkklubreyt við Vesturvarða. Men hon verður helst av ongum. Tann ætlanin rendi seg í ymsar trupulleikar av ymsum slag. Mótmæli hava verið frá reiðfólki, og ætlanin varð eisini kærd til friðingarmyndugleikarnar. Og hóskvøldið var boðað frá, at meiriluti ikki longur er í býráðnum fyri teirri ætlanini, og at býráðið nú skuldi fara at endurskoða ætlanina og at kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Ein slíkur møguleiki er eftir øllum at døma Húsahagi. Tummas A. Rubeksen, festari í Húsahaga, greiðir frá, at ein breyt er teknað í undirhaganum í Húsahaga, har sum mann nú ætlar at leggja súkklubreytina til fjallasúklingina á Oyggjaleikum næsta ár.

Onnur støð eru betur egnað
- Eg vil ikki vera við til, at ein súkklubreyt skal vera har niðri, tí at har hevur hagin sum so fingið frið. Og tí síggi eg ikki, at mann skal koyra eina súkklubreyt oman har. Tað eru onnur støð, har mann hevur gjørt størri inntriv í náttúruna. Kommunan eigur jú ein heilan haga, sum hon kann leggja eina súkklubreyt í. Um einki annað ber til, so havi eg eisini sagt, at so má mann finna eina loysn, har kommunan longu hevur gjørt størri inntriv í økið.

Oyggjaleikir verða í Føroyum 3. til 9. juli næsta ár. Tummas A. Rubeksen heldur, at kommunan er í gongd við at skunda málið ígjøgnum.

- Tað virkar sum, at havstur er komin í, tí tað er eitt ynski, at mann fer í gongd við at gera súkklubreytina skjótast møguligt, tað vil siga áðrenn kommunan hevur yvirtikið lendið. Eg haldi, at tá mann ger okkurt tílíkt, so eigur tað at gerast ordiliga. Nú tykist tað vera ein panikkloysn, og so kroystir mann tað bara onkustaðni. Eg haldi heilt sikkurt, at tað hevði verið stuttligt at havt eina fjallasúkklubreyt í býnum, og tað eru støð, har mann kann leggja hana. Um tað er kommunan, sum skal standa fyri tí, so hevur hon eisini møguleika at leggja hana ymsastaðni, uttan at fara út um tað kommunala økið.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776