Orkuískoyti er ikki rætta loysnin

Orkuískoyti er ikki rætta loysnin
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum um at hækka orkuískoytið
Tað er eingin loysn at geva fólki pengar úr landskassanum til at fylla sær tangan, sigur samgongan. mnar
 
31.08.2026 - 06:06

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum um at hækka orkuískoytið.

Hon mælir tinginum frá at samtykkja tað.

Tjóðveldi og Sjálvstýrið eiga uppskotið.

Samgongan í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum sigur, at verandi skipan við árligum hjálparpakkum, so sum oljuískoyti,  hjálparískoyti og orkuískoyti, er ikki rætta loysnin.

Hesar veitingar hava støði í inntøku og ogn, ikki í tørvi.

Samgongan vísir á annan stuðul.

Lestrarstuðulin er hækkaður og leigustuðulin kemur í gidi í morgin.

Mótrokning

Arbeitt verður við at hækka mótrokningina hjá pensjonistum.

Og barnafrádrátturin hækkar stigvíst næstu árini.

Hækkar oljuprísurin aftur, fer landsstýrið í heyst at taka støðu til, um fíggjarliga sperd skulu fáa hjálp, siga fólkini hjá samgonguni í trivnaðarnevndini.

Skipanin við orkuískoyti kom í 2024.

Hon var tíðaravmarkað til trý ár og fer tí úr gildi í ár. 

Umsóknarfreistin í ár var 30. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053