Zelenskyj: Innihaldsríkur fundur við sendimenninar

Zelenskyj: Innihaldsríkur fundur við sendimenninar
Á fundinum við Witkoff og Kushner var m.a. tosað um búskaparliga trygd og rakettir til loftverjuna
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, hitti amerikonsku sendimenninar í Kyiv í gjár.
Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.09.2026 - 09:56

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fundurin við amerikonsku sendimenninar, Steve Witkoff og Jared Kushner, í Kyiv í gjár var innihaldsríkur.

Tað skrivar Ritzau.

Á fundinum varð millum annað tosað um trygd og búskaparliga trygd til Ukraina, rakettir til loftverju, umframt ein stuðulspakka, sum skal hjálpa Ukraina gjøgnum veturin.

Zelenskyj vónar, at samráðingar millum Ukraina, Russland og USA skjótt kunnu takast uppaftur. Samstundis væntar hann, at kríggið fer at halda fram í vetur.

 

Vóru fyrst í Moskva

Witkoff og Kushner komu til Kyiv eftir at hava hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva leygardagin. Teir báðir amerikonsku sendimenninir royna at fáa semju um eina loysn at fáa enda á krígnum.

Steve Witkoff sigur, at bæði Ukraina og Russland noyðast at gera neyðsemjur, um tað skal eydnast at fáa enda á krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891