Almannaverkið skal eisini gera uppleitandi arbeiði

Almannaverkið skal eisini gera uppleitandi arbeiði
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu
Almannaverkið hevur ráðgevingarskyldu, og skal eisini vísa fólki á møguleikar fyri hjálp hjá øðrum myndugleikum og  sjálvsognarstovnum.
 
09.09.2026 - 15:11

Tá Almannaverkið fær at vita um fólk, sum hava stórar sosialar trupulleikar, og hava brúk fyri hjálp, men ikki sjálvi megna at biðja um hana, umfatar ráðgevingarskyldan hjá tí almenna eisini uppleitandi arbeiði.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um rættstundis hjálp til sálarsjúk.

Almannaverkið hevur ráðgevingarskyldu, og skal eisini vísa fólki á møguleikar fyri hjálp hjá øðrum myndugleikum og  sjálvsognarstovnum.

Sum meginregla kann myndugleiki tó ikki tvinga fólk at taka ímóti sosialari hjálp, sigur landsstýriskvinnan. 

 

Neyðugt at styrkja samstarvið

Neyðugt er áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið og kommunurnar fyri at  tryggja, at hvør myndugleiki kennir og tekur á seg sína ábyrgd.

Kommunurnar skulu sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt tryggja, at fólk, sum hava brúk fyri persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina. 

Hetta kann eisini fevna um, at kommunan setur seg í samband við fólk, sum hava sálarsjúku og brúk fyri hjálp, men ikki sjálvi megna at taka fyrsta stigið, sigur Margit Stórá.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028