Kópaveiða eigur at verða tikin uppaftur

Kópaveiða eigur at verða tikin uppaftur
Bárður á Steig Nielsen hevur biðið fyrisitingina fyrireika lóg um kópaveiðu
Mett verður, at verandi stovnur av láturkópi er um 1800 kópar. (Savnsmynd)
 
10.09.2026 - 11:08

 Vit eiga aftur at fara at veiða kóp, tó treytað av, at veiðan verður skipað á einum lívfrøðiliga burðardyggum grundarlagi.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

Hann spurdi um støðuna hjá kópinum, og um landsstýrismaðurin heldur, at vit eiga at loyva skipaðari kópaveiðu í Føroyum.

- Vit hava onga lóg um kópaveiðu, og tí havi eg biðið fyrisitingina fyrireika eina lóg um kópaveiðu, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann vísir á, at lógin skal tryggja, at kópaveiða hevur sum minst av ampa fyri fólki, kópi og náttúru. Lógin skal eisini geva heimild til at seta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøki.

 

Atgongd til lóglig vápn

Bárður á Steig Nielsen vísir eisini á, at sambært djóravælferðarlógini er tað bannað at skjóta kóp við høglbyrsu.

Støða skal tí eisini takast til, hvussu fólk fáa atgongd til lóglig vápn. Veiðifólk mugu eisini fáa upplæring í at veiða kóp og at handfara vápn, so at tað verður trygt, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Mett verður, at verandi stovnur av láturkópi er um 1800 kópar. Metingin byggir á teljingar, ið Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið, í ávikavist frá 2018-2021 og aftur í 2026.

Stovnurin er vaksin seinastu árini.

Tá ið flesirt kópar vóru í Føroyum, var mett, at tað vóru umleið 3.000 kópar. Tað var í 1963.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329