- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur fólkavøkstur við Skálafjørðin

Fólkavøksturin er stórur í kommununum við Skálafjørðin.
Størsti vøksturin í prosentum er í Sjóvar kommunu, heili 6,1 prosent.
Í august búðu 1346 fólk í Sjóvar kommunu, tað eru 77 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.
Hans Anders Jacobsen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og hann sigur soleiðis stóra vøksturin:
Farna árið er fólkatalið í Runavíkar kommunu vaksið 114 fólk, úr 4.434 upp í 4.548 fólk. Vøksturin er 2,6 prosent.
Í Nes kommunu er fólkavøksturin 2,7 prosent farna árið. Í august búðu 1645 fólk í Nes kommunu, tað eru 43 fleiri enn fyri einum ári síðani.
Fjórða kommunan, sum hevur íbúgvar við Skálafjørðin, er Eysturkommuna, sum bygdin Undir Gøtueiði er partur av. Fólkavøksturin í Eysturkommunu farna árið er 2,2 prosent. Nú búgva 2354 fólk í kommununi, 50 fleiri enn í fjør.
























