Hákun seks mál - Elias vann á Vilhelmi

Hákun seks mál - Elias vann á Vilhelmi
Hákun West av Teigum skeyt seks mál, tá Füchse Berlin vann á Gummersbach. Í gjár skoraði Vilhelm Poulsen meir enn Elias E. á Skipagøtu, men Kiel vann tó á Hannover-Burgdorf
Mynd: Fuchse Berlin  
 
13.09.2026 - 21:11

Hákun West av Teigum var við aftur millum teir fyrstu sjey hjá Füchse Berlin eftir Champions League-stórsigurin á Partizan, tá føroyingurin varð spardur.

Høgri vongurin gjørdi eisini sítt í heimasigrinum á Gummersbach við seks málum upp á níggju málroyndir. Bara Mathias Gidsel og Tim Freihöfer skoraðu meir enn Hákun West av Teigum. Teir fingu níggju í part, og høvuðsstaðarliðið vann 33-28.

 


Eitt mál hjá Hákuni West av Teigum er við í samandráttinum av dystinum millum Füchse Berlin og Gummersbach, sum høvuðsstaðarliðið vann.

 

Elias og teir vunnu á Vilhelmi og teimum

Vilhelm Poulsen skeyt fleiri mál enn Elias Ellefsen á Skipagøtu í føroyingaruppgerðini millum Kiel og Hannover-Burgdorf. 

Høgri bakkurin hjá gestunum skoraði tríggjar ferðir og legði upp til tvey mál, men tað var kortini Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum kundi fegnast um sigurin á heimavølli.

Kiel vann dystin 29-26, og føroyski bakspælarin fekk ikki so nógva spælitíð. Hann fekk kortini skotið eitt mál seint í dystinum.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt mál í sigrinum á Vilhelmi Poulsen og teimum í Hannover-Burgdorf. Júst tað málið er við í samandráttinum omanfyri.

 

Norðurtýskararnir hava fult stigatal saman við Flensburg, nú fýra umfør eru spæld, men dystarskráin hevur verið vinarlig higartil. 

Füchse Berlin er á 4. plássi við seks stigum, og Hannover-Burgdorf hevur fimm stig á 6. plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672