- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingur: Evropa kann og skal verja seg sjálvt

- Evropa er sterkt, og kann og skal verja seg sjálvt.
Tað sigur Regin Berg, serkønur í altjóða politikki, nú Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, mælir til, at Evropa ger sína egnu verjusamgongu.
Ursula von der Leyen helt í morgun sína árligu "State of the union"- røðu fyri ES-tinginum.
ES-nevndarforkvinnan skeyt upp stórar broytingar í trygdarviðurskiftunum í Evropa.
Hon mælti til, at leiðarar í ES-londum, Ukraina, Bretlandi, Noregi, Kanada og øðrum londum skipa eina nýggja samgongu, sum skal samskipa handfaringina av vaksandi trygdarhóttanum úr Russlandi.
Ursula von der Leyen á røðarapallinum í ES-tinginum. (Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix)
Trygdarráð og Nato
Hon vil eisini, at Evropa skipar sítt egna trygdarráð, og at ein skipan verður gjørd, sum líkist grein fimm í Nato-sáttmálanum, sum sigur, at verður eitt Nato-lond álopið, er tað at meta sum álop á øll Nato-lond.
Boðskapurin var greiður, sigur Regin Berg:
- Hetta er eitt svar til nógvu provokatiónirnar úr Russlandi seinastu tíðina, men eisini til USA, um at Evropa er ført fyri at standa á egnum beinum, og at mann ger seg til reiðar at standa ímóti trýsti, sama hvaðani tað kemur, sigur hann.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

























