Tveir útlendingar ákærdir fyri at smugla rúsevni til Íslands

Tveir útlendingar ákærdir fyri at smugla rúsevni til Íslands
Ein belgiskur maður og ein kvinna eru ákærd fyri at hava smuglað nærum 70 kg av rúsevnum við Norrönu
Norröna á Seyðisfirði.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
16.09.2026 - 15:21

Tveir útlendingar eru ákærdir í sambandi við stóra rúsevnasmugling við Norrönu í juni.

Ein belgiskur maður og ein kvinna eru ákærd fyri at hava smuglað nærum 70 kg av rúsevnum til Íslands. 

Rúsevnini vóru fjald í trimum støðum í einum húsvogni, sum parið ferðaðist í, tá tey komu til Íslands við Norrönu. 

56 kg av amfetamini, átta kg av kokaini, trý kg av ketamini, nærum eitt kg av MDMA og ketaminblanding, og nærum eitt kg av metamfetamini vórðu funnin í húsvogninum.

Tá ið parið kom til Íslands, helt maðurin fram við ferðini einsamallur í bilinum. Hann varð handtikin á tjaldingarplássinum í Akureyri dagin eftir.

Kvinnan fleyg hinvegin av Egilsstøðum sama dag, sum hon kom til Íslands, á veg heim til Belgia.

Maðurin er 53 ár og kvinnan 29 ár.

 

Skuldi síggja nátúrligari út

Sambært ákæruritinum, smuglaði maðurin rúsevnini og hevði kvinnuna við sær fyri at fáa ferðina at síggja natúrligari út. 

Kvinnan er ákærd fyri at hava verið við í stórari rúsevnasmugling við at hjálpa manninum við smuglingini. 

Sambært ákæruritinum gjørdi hon tað við at ferðast við honum úr Belgia til Danmarkar og síðani víðari til Íslands, fyri at fáa ferðina hjá teimum at síggja meira trúliga út, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938