- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin sólorka í svimjihøllini í hesum umfari
Eingin sólorka í svimjihøllini í hesum umfari
Umsitingin í Tórshavnar býráði mælir til at bíða við at leggja sólorkuskipan á tekjuna, til tekjan verður skift um 10-15 ár

Sólorkuskipanin í svimjihøllini í Gundadali bíðar, til tekjan verður skift um 10-15 ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.09.2026 - 14:12
Svimjihøllin í Gundadali í Havn fær ikki sólorku í hesum umfarinum.
Tekniski stjórin, leiðarin á umhvørvisdeildini og leiðarin á bygningsdeildini hjá Tórshavnar býráði mæla til at bíða við at leggja sólorkuskipan á tekjuna á svimjihøllini, til tekjan skal skiftast um 10 til 15 ár.
Tí taka náttúru- og umhvørvisnevndin og fíggjarnevndin undir við.
Býráðið skal viðgera málið í dag.
Tær 485.000 krónurnar, sum longu eru játtaðar til verkætlanina, fara aftur í kommunukassan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























