Lokarennan verður boðin út í næstum

Lokarennan verður boðin út í næstum
Nú er bara eitt gott ár eftir, til freistin at fáa stuðul frá landinum til seinasta partin av Fjøruvegnum fer úr gildi
Nógv ferðsla er eftir Fjøruvegnum. Lokarennan er eftir at gera, og arbeiðið verður boðið út í næstum.
 
17.09.2026 - 16:20

Tað dregur út at gera Fjøruvegin í Runavík lidnan. 

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, væntar, at lokarennan verður klár at bjóða út um umleið fýra vikur.

Nú er ikki meiri enn gott ár eftir, til freistin at fáa stuðul frá landinum, gongur út.

 


Tórbjørn Jacobsen.

 

Gjørdu avtalu í 2020

Í 2020 gjørdu Runavíkar kommuna og Fíggjarmálaráðið avtalu um at gera nýggjan Fjøruveg í Runavík, í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Runavíkar kommuna skuldi gera og hava ábyrgdina av nýggja Fjøruvegnum, men landið skuldi stuðla verkætlanini við 55 milliónum krónum, so hvørt sum arbeiðið varð gjørt.

Ein partur av arbeiðnum er gjørt, men okkurt er eftir, m.a. ein betongtunnil ella lokarenna.

 

Skuldi vera liðugur í 2024

Eftir avtaluni skuldi Fjøruvegurin vera liðugur í 2024, men hann er ikki liðugur enn. Og lógin um stuðul til vegin fer úr gildi við árslok 2027.

Helvtin av verkætlanini er gjørd, og Tórbjørn Jacobsen er vónríkur um, at tað, sum er eftir at gera, eisini verður gjørt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Haldið okkum til góðar, at ljóðgóðskan í samrøðuni við Tórbjørn Jacobsen, sum er staddur uttanlands, er ikki tann besta:

 

17092026_Fjoruvegurin_

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715