Magdalena Andersson fer at tosa við seks floksleiðarar

Magdalena Andersson fer at tosa við seks floksleiðarar
Forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum bíðar nú eftir at fáa litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Svøríki
Reyðgrøni vongurin við Magdalenu Andersson vann tepran sigur á ríkisdagsvalinum sunnudagin.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
18.09.2026 - 11:57

- Eg fari at tosa við seks floksleiðarar, sigur Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki. Hon leggur afturat, at tað veldst um, um hon fær litið upp í hendur kanna møguleikarnar at skipa stjórn.

- Nú fáa vit at síggja, um eg fái uppgávuna, og síðani fari eg undir samrøður og samráðingar við aðrar flokkar, sigur hon við svenska kringvarpið.

Magdalena Andersson sigur, at hon hevur tosað við fleiri floksforfólk seinastu dagarnar um ymisk mál.

 


Andreas Norlén, formaður í Ríkisdegnum, hevur fund við flokkarnar hvør sær, og fær uppskot um, hvør skal vera forsætisráðharri. (Mynd: TT/Ritzau Scanpix)

 

Formaðurin skal finna uppskot

Formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén, fór fyrrapartin undir arbeiðið finna uppskot til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki.

Tíðliga seinnapartin í gjár boðaði Ulf Kristersson frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri.

Hann staðfesti samstundis, at tað nú var formaðurin í Ríkisdegnum, sum skuldi taka næsta stigið at fáa skipað nýggja stjórn.

 


Ulf Kristersson hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri. (Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix)

 

Vunnu tepran sigur

Bláguli vongur hansarar tapti valið, og reyðgrøni vongurin hjá Malenu Andersson vann tepran sigur.

Reyðgrøni vongurin við sosialdemokratisku Magdalenu Andersson á odda fekk 176 sessir í Ríkisdegnum, meðan bláguli vongurin hjá Ulf Kristersson, formanni hjá liberal-konservativu Moderatunum, fekk 173 sessir.

Tað var greitt í gjár, eftir at allar atkvøðurnar vóru taldar.

Klokkan tíggju fyrrapartin, svenska tíð, fór formaðurin, Andreas Norlén, í holt við forfólkini. Fyrst á skránni var Magdalena Andersson. Síðani Svøríkisdemokratarnir, Vinstraflokkurin, Centerpartiet, Kristindemokratarnir, Umhvørvisflokkurin og seinast, klokkan tvey seinnapartin, er tað Liberali flokkurin, sum hevur fingið fundarboð.

Svenska kringvarpið skrivar, at Andreas Norlén fer eftir ætlan at hava tíðindafund í fyrsta lagi klokkan hálvgum fýra seinnapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542