Vænta 1,6 milliardir í inntøku næsta ár

Vænta 1,6 milliardir í inntøku næsta ár
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu vaksa 100 milliónir, 5,6 prosent, í 2027
Tórshavnar býráð hevði fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 í gjárkvøldið. (Savnsmynd)
 
18.09.2026 - 11:12

Samlaðu inntøkurnar hjá høvuðsstaðnum næsta ár verða mettar til 1,6 milliardir krónur. Tað eru smáar 100 milliónir krónur meira, enn staðfestu inntøkurnar vóru í fjør, og 85 milliónir meira enn inntøkurnar eru mettar til í ár.

Inntøkurnar verða tí 5,6 prosent størri næsta ár enn í ár.

Tá rakstur og aðrar útreiðslur eru farin burturav, eru 298 milliónir krónur eftir til íløgur næsta ár.

 

390 mió. til almanna- og heilsumál

Størstu rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu eru almanna- og heilsumál, sum kosta 390 milliónir næsta ár, børn og ung kosta 289 milliónir, teknisk mál kosta 181 milliónir, og kommunala fyrisitingin kostar 129 milliónir krónur næsta ár. Av hesum høvuðsøkjum dýrkar kommunala fyrisitingin mest, hon verður 6,8 prosent dýrari næsta ár.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2027, sum var til fyrstu viðgerð í býráðnum í gjárkvøldið, verður roknað við sama kommunuskattaprosenti og barnafrádrátti næsta ár. Kommunuskatturin í Tórshavnar kommunu er 19 prosent og barnafrádrátturin er 9.000 krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672