Stórtalent tikin út til A-landsliðið

Stórtalent tikin út til A-landsliðið
Blaðungu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen, sum báðar hava fingið sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá FC Nordsjælland, eru tiknar út til venjingardystir í næstum
Sara Benjaminsen (t.v.) og Kára Sigurðsson eru tiknar út til A-landsliðið fyri fyrstu ferð
Mynd: FSF  
 
21.09.2026 - 17:44

Bert 17 ára gomlu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen hava fingið A-landsliðsboð fyri fyrstu ferð.

Tær báðar skulu við til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Andorra fyrst í oktober, sum eru liður í fyrireiking til Baltic Cup í Estlandi seinni í vetur, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Fyrrverandi spælararnir hjá ávíkavist KÍ og Skála umboða nú FC Nordsjælland og hava longu fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá danska felagnum, har tær annars spæla fast á U19-liðnum.

Landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen hevur tikið 19 spælarar út til venjingardystirnar 9. og 12. oktober. 

 

Føroyski hópurin

Málverjar
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Verjuspælarar
Birita Ryan, KÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Teresa Jacobsen ULM Warhawks (USA)
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur

Miðvallarar
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Maria V Johansen, KÍ
Heidi Sevdal, KÍ
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Sara Benjaminsen, FCN (Danmark)
Jancy Mohr, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna C Brændstrup, OB (Danmark)

Framherjar
Brá Zakariasardóttir, HB
Kára Sigurðsson, FCN (Danmark)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083