Lóg um bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er á veg

Lóg um bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er á veg
Miðað verður eftir, at hon skal koma í gildi 1. januar í 2028, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna
Javnviðgerðarlógin fer at áseta bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. (Savnsmynd: Hagstovan)(
 
22.09.2026 - 16:22

Lógin um javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum kemur 1. januar 2028.

Tí verður miðað eftir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Ætlanin er at fara undir at gera lógaruppskotið í heyst.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum og aðrir viðkomandi partar, so sum MEGD, skulu takast við upp á ráð, sigur landsstýriskvinnan í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu. 

Javnviðgerðarlógin fer at áseta bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

 

Bara førleikar skulu vera avgerandi

Førleikarnir, og bara førleikarnir, gera av, um fólk skal fáa boðið eitt leyst starv ella flytast í hægri starv.

Øll okkara grannalond hava lóggávu, sum tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. 

Lóggávan byggir á arbeiðsfyriskipanina hjá ES, sigur Margit Stórá.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at kommunur eru, sum halda fast við fráfaringaraldurin 70 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037