Kann taka fimm mánaðir at umvæla skúlan

Kann taka fimm mánaðir at umvæla skúlan
Næmingarnir í hádeildini í Sankta Frans skúla fáa nú undirvísing í øðrum hølum eftir stóra vatnskaðan
Gólv eru tikin upp, bæði í ovaru og niðaru hædd í skúlanum.
 
23.09.2026 - 17:55

Tað kunnu ganga fimm mánaðir, til næmingarnir í hádeildini í Sankta Frans skúla í Havn sleppa aftur í skúlan, eftir stóra vatnskaðan fyri tveimum vikum síðani.

Næmingarnir fáa nú undirvísing í hølum aðrastaðni í býnum, m.a. í Meinigheitshúsinum og Bridgehúsinum. 

130 næmingar ganga í hádeildini í Sankta Frans skúla.

 


Ein partur av næmingunum fær undirvísing í Bridgehúsinum, meðan vatnskaðin verður umvældur.

 

Enn er ikki greitt,  hvussu umfatandi skaðin er.

Stórur partur av gólvunum á ovaru hæddinim umframt loft og gólv á niðaru hæddini, eru tikin burtur.

Staðfest var beinan vegin, at talan var ikki um herverk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Aslaug Olsen, skúlastjóra:

 

23092026_Vatnskadi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711