- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigur seg vera gegnigan í málinum um eldradepil

Býráðslimurin Bergur Robert Dam Jensen vísir aftur, at hann er ógegnigur, ella røkir privat áhugamál, nú hann hevur fingið ein meiriluta av Tórshavnar býráð at samtykkja at flyta staðsetingina av eldradeplinum í Kollafirði av Todnesi til Norðreki - til eitt festi, sum mamma hansara eigur.
- Málið var langt síðani avgreitt í býráðnum, áðrenn eg nakrantíð varð valdur, sigur hann.
19. desember í 2023 undirskriva Tórshavnar kommuna og festarin, Gunnvør Dam Jensen, í Kollafirði eina avtalu.
Við avtaluni fær kommunan atgongd til góðar 29.000 fermetrar av jørð í Kollafirði, sum kommunan ætlar at brúka til bústaðarbygging og trivnaðarøki í bygdini. Talan er um eitt festi - og tí skal kommunan keypa jørðina frá Búnaðarstovuni, og pengarnir skulu so á festikontu.
Við avtaluni verður tað gjørt við góðkenning frá festaranum, sum fær lovað endurgjald til eitt nýtt seyðahús.
Todnes.
Vildu hava heildarætlan
Avtalan er úrslit av samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini frá mai 2023, sum tá vildi hava eina heildarætlan fyri samlaða økið við Sjógv í Kollafirði, sum festið hjá Gunnvør Dam Jensen er partur av.
Undirskrivaða avtalan við festaran slóðar fyri, at kommunustjórin, tekniski stjórin, leiðarin á stjórnarskrivstovuni og býararkitekturin mæla býráðnum til - við smærri justeringum - at samtykkja avtaluna, avgreiða keypið við Búnaðarstovuna, broyta byggisamtyktina fyri økið, og síðani gera eina heildarætlan fyri økið.
Tað verður samtykt, fyrst í byggi- og býarskipanarnevndini, síðani fíggjarnevndini og seinast einmælt samtykt á býráðsfundi í Havn, 25. januar 2024.
Í oktober 2024 fær kommunan eina fyribils tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at keypa henda partin av festinum, sum avtala er gjørd um. Talan er um landsjørð, ið vil kosta kommununi góðar 3,4 milliónir krónur.
Norðreki, har Gunnvør Dam Jensen hevur festi.
Hendir ikki meira
Men so hendir - at síggja til - ikki meira. Býráðsval er, og nýtt býráð tekur við á Vaglinum í Havn 1.januar 2025. Millum nývaldu býráðslimirnar er Bergur Robert Dam Jensen, sonur festaran í Kollafirði, Gunnvør Dam Jensen.
Hann er millum annað farin til val uppá, at nú skulu kollfirðingar loksins fáa tann eldradepil, sum bíðað hevur verið eftir í nógv ár.
Tórshavnar kommuna ætlar at leggja eldradepil á eitt annað økið í Kollafirði - á Todnesi - sum eisini er festijørð.
Trupulleikin við tí økinum er - at har hevur festarin lítlan ella ongan áhuga í at gera avtalu við kommununa um at lata festið. Eingin avtala er fingin við festaran - og tí kann Tórshavnar kommuna ikki byggja nakran eldradepil á Todnesi.
Samstundis hevur kommunan avtalu við hin festaran, mammu nývalda býráðslimin - um at brúka økið við Sjógv - eisini nevnt Norðreki - til at byggja á.
Men á tí stykkinum hendir at síggja til einki. Málið steðgar upp í teknikalitetum um, hvussu økið skal skipast, hvussu vegurin skal liggja inn á økið, og so framvegis. Og avtalan við Búnaðarstovuna um at keypa festið verður ongantíð endaliga avgreidd.
Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur.
Bergur fingið nokk
Á býráðsfundinum hóskvøldið í síðstu viku hevur býráðslimurin Bergur Robert Dam Jensen fingið nokk.
Hann vil hava býráðið at samtykkja at flyta staðsetingina av eldradeplinum - frá økinum á Todnesi til økið á Norðreki.
Og hann fær ein meiriluta fyri tí - ikki saman við býráðssamgonguni - men við minnilutanum og býráðsliminum, Heðini Mortensen, sum á sinni skrivaði undir avtaluna við festaran, Gunnvør Dam Jensen.
Býráðssamtyktin varð ikki meira enn fest á blað, tá samgongufelagin, Heidi Lava Elgeirsdóttir úr Tjóðveldi, legði Berg Robert Dam Jensen undir at vera ógegnigan í málinum - vegna mammu sína, sum er festari.
Hoyr alt innslagið her:
Hoyr samrøðu við Berg Robert Dam Jensen, sum var gestur í útvarpsstovuni:




























