Fimm lógir verða settar úr gildi

Fimm lógir verða settar úr gildi
Talan er um tvær danskar og tríggjar føroyskar lógir, sum vóru í gildi, áðrenn lógin um Hagstovuna kom
Hagstovan. Fleiri lógir verða nú settar úr gildi, tí brúk er ikki fyri teimum longur.
 
28.09.2026 - 10:21

Tá lógin um Hagstovuna kom, áttu fimm aðrar lógir at farið úr gildi.

Tað fara tær so nú, 15 ár seinni.

Brúk er ikki fyri teimum longur, sigur Hagstovan.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið seta tær úr gildi.

Talan er um tvær danskar og tríggjar føroyskar lógir. 

Ein er um prístal og ein onnur um manntalið í 2011. 

Tær elstu, tær donsku, eru frá 1920 og 1933.

Nakrar kunngerðir, sum byggja á lógirnar, fara eisini úr gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334