Elbilar í Danmark verða dýrari og útbúgvingarstuðul lækkar

Elbilar í Danmark verða dýrari og útbúgvingarstuðul lækkar
Stjórnin ætlar at seta í verk ókeypis tannrøkt, at lækka skattin og at umskipa landbúnaðin
Elbilar í Danmark verða dýrari næsta ár, tí avgjaldið hækkar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.09.2026 - 08:55

Danska stjórnin ger í løtuni uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Stjórnin ætlar millum annað, at tað skal verða dýrari at keypa elbil, og færri lesandi, ið búgva hjá foreldrunum, fáa útbúgvingarstuðul.

Elbilar, ið kosta meira enn 366.000 krónur, verða dýrari frá 2027, tí avgjaldið, sum í løtuni er lægri enn á bensin- og dieselbilum, hækkar. 

Eitt annað uppskot er, at lesandi, sum búgva heima hjá foreldrum, ið hava størrii húsarhaldsinntøku enn 710.000 krónur, skulu fáa minni í lestrarstuðli. 

Í staðin fyri skal peningur nýtast til eitt nú ókeypis tannlækna, lægri skatt og at umskipa landbúnaðin, skrivar Danmarks Radio. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858