Ikki óvæntað at kvotan á Flemish Kap minkar

Ikki óvæntað at kvotan á Flemish Kap minkar
Toskakvotan næsta ár verður 2.783 tons, 650 tons minni enn í ár
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
29.09.2026 - 11:29

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar úr 3.433 tonsum í ár til 2.783 tons næsta ár - ein minking upp á næstan 20 prosent.

Limalondini í NAFO høvdu ársfund í farnu viku, har mest loyvda veiða og kvotabýtið blivu ásett.

- Undir givnu umstøðunum bleiv kvotan so stór sum tað bar til at fáa hana, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

Kvotan fyri 2026 hækkaði nógv samanborið við undanfarin ár, og tí kom tað ikki óvart á, at hon fór at minka hesa ferð.

 


Eivind er eitt av frystilínuskipunum, sum royna á Flemish Kap.

 

Lata upp fyri rækjufiskiskapi á Grand Bank

Toskakvotan á Flemish Kap minkar, men hinvegin verður nú latið upp aftur fyri rækjuveiðu á Grand Bank, har veiðibann hevur veriøå síðan 2015. Føroyar fingu 1,1 prosent av samlaðu kvotuni, og tað svarar til 18 tons. 

Føroyar hava tó, áðrenn veiðibannið varð sett í gildi í 2015, áhaldandi mótmælt býtinum av rækjum millum NAFO-limalondini. Føroyska støðan er, at Føroyar fingu ov lítið í sín part, tá ið eitt fyribils býti varð gjørt í 1999. Samanborið við onnur onnur limalond, hava vit søgulig veiðitøl at vísa á.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29092026_Flemish_Kap

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542