Knívur á lofti í flogskipararúminum

Knívur á lofti í flogskipararúminum
Flogfarið var á veg til Ísraels, tá illstøða tók seg upp millum báðar flogskipararnar
Hetta flogfarið hevur sett seg í Teleaviv, eftir at hava verið eftir ferðafólki, sum vóru í flogfarinum, ið neyðlendi í Saudiarabia, tí illstøða tók seg upp millum flogskipararnar, og knívur var á lofti.
Mynd: Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.09.2026 - 16:03

Eitt flogfar við 180 ferðafólkum, sum var á veg úr Sameindu emirríkjunum til Ísraels í morgun, sendi út neyðarkall, tá tað fleyg yvir Saudiarabia.

Sambært blaðnum Jerusalem Post tóku ferðafólk ræði á flogfarinum, eftir at annar flogskiparin leyp á og stakk hin flogskiparan við knívi.

Blaðið skrivar, at neyðarkall var sent út, eftir at illstøða tók seg upp millum flogskipararnar. Flogfarið mist flogið, sum datt einar  5.000 metrar niður eftir tveimum minuttum.

Ísraelskir myndugleikar viðgera málið sum eitt yvirgangsmál og halda, at ætlanin var at fáa flogfarið at detta niður.

Til alla lukku vóru tveir aðrir flogskiparar millum ferðafólkini, og teir fingu sett flogfarið í eini floghavn í Saudiarabia í øllum góðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234