Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv lata aftur

Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv lata aftur
Sendistovan í London heldur fram, men nú verður sendifólkið til ES eisini sendifólk til Bretlands
Føroyska sendistovan í Tel Aviv lat upp í 2021. Nú letur hon aftur. Tað sama ger sendistovan í Moskva
 
30.09.2026 - 10:17

Føroysku sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv verða nú niðurlagdar. Hildið verður fram við sendistovu í London, men nú verður tað sendifólkið til ES, sum eisini verður sendifólk til Bretlands.

Tað boðar uttanríkis- og fiskimálaráðið frá í sambandi við, at fíggjarlógin fyri 2027 er løgd fram í dag.

Ráðið sigur í fráboðan, at Uttanríkistænastan verður umskipað, so orka og førleikar í størri mun verða savnað um Norðuratlantshav og Arktis.

Export Faroe Islands verður styrkt og skal virka sum ein felags pallur, har vitan, førleikar og netverk verða knýtt saman í skipaðum samstarvi við vinnuna. Í hesum samstarvi verða marknaðir eyðmerktir, har mett verður, at føroyskt vinnulív hevur serligar møguleikar, skrivar uttanríkis- og fiskimálaráðið.

Á fíggjarlógini verða tvær mió. krónur settar av til Export Faroe Islands, og ætlanin er at økja játtanina komandi árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329