Eldur kom í bil í Norðoyatunlinum

Eldur kom í bil í Norðoyatunlinum
Góðan hálvan tíma eftir fráboðanina var eldurin sløktur
 
04.10.2026 - 11:30

Klokkan 20 minuttir í midnátt í gjárkvøldið fekk politiið fráboðan um, at eldur var í einum bili í Norðoyatunlinum.

Tað var førarin sjálvur, sum boðaði politinum frá, at eldur var í bilinum, sum stóð nakað miðskeiðis inni í tunlinum.

Tunnilin varð stongdur beinanvegin, og boð vórðu send eftir sløkkiliðnum. Sløkkiliðið fór inn í tunnilin leirvíkarmegin, tí vindurin lá tann vegin.

Klokkan umleið eitt korter til eitt - góðan hálvan tíma eftir at fráboðanin var komin - var eldurin sløktur, men roykur var inni í tunlinum.

Av politistøðini verður sagt, at tað gekk væl at fáa sløkt eldin og at rudda tunnilin fyri ferðslu. Førarin av bilinum, sum eldur kom í, slapp sjálvur upp í ein annan bil, sum vendi og koyrdi út aftur, og báðu megin við ávaraðu bilarnir, sum høvdu vent við, aðrar bilar, sum so eisini vendu við og fóru úr tunlinum aftur.

Nakað eftir klokkan tvey læt tunnilin upp aftur, men í fyrstu atløgu bert tað eina sporið, úr Leirvík og norðureftir.

Nakað seinni hendi so eitt lítið ferðsluóhapp í tunlinum. Ein bilur bremsaði heldur knappliga, tí hann sá fólk ganga í tunlinum og rudda upp, og tað førdi til, at bilurin aftanfyri rendi upp í fremra bilin.

Frá politinum verður sagt, at alt spældi væl av, og at arbeiðið, frá tí fráboðanin kom, eydnaðist væl. Tað einasta, sum ikki riggaði, var bummurin klaksvíksmegin, sum ikki vildi fara upp aftur, tá politiið vildi.

Bilurin, sum eldur kom í, var ikki ein elbilur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672