- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin er dálkað, men mentanin vigar meira enn heilsutilmælini

Tey ungu vita ikki eins nógv um almennu tilmælini sum tey eldru, og tað eru serliga tey ungu, ið taka undir við grindadrápi, og síggja grind sum ein avgerandi part av føroyska samleikanum.
Í fleiri enn fjøruti ár hava kanningar hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu víst, at grindahvalur inniheldur ógvusligar mongdir av kyksilvuri og PCB. Men hví halda føroyingar á at drepa og eta grind, tá ið heilsumyndugleikarnir leingi hava ávarað ímóti hesum?
Tað hevur Elsa Helmsdal kannað í síni PhD-gransking, har hon tekur støði í heilsuváðanum, miðlaumrøðuni og mentanarliga týdninginum av grind:
– Mítt forvitni lá í hesum: Tá ið vit hava fingið at vita í so nógv áratíggju, at grindin er so dálkað, hví blíva vit so við at eta grind? Spurningurin hevur ikki nakað einfalt svar, sigur Elsa.
Granskingin byggir á tríggjar partar: eina miðlagreining av umrøðuni í bløðum og útvarpi tey seinastu 40 árini, eina spurnakanning millum 1.500 tilvildarliga útvaldar føroyingar millum 18 og 70 ár og eina kanning av luttakarunum í tí gitnu Kohort 1 – teimum sokallaðu "kyksilvurbørnunum", sum vórðu fødd í 1986–87, og sum eru fylgd líka síðani.
Vit vita um vandan, men mentanin ræður
Úrslitini vísa, at vitanin um dálking er stór. Heili 97 prosent av føroyingum vita, at grind er dálkað, og tey flestu kenna til kyksilvur. Men samstundis siga heili 71 prosent, at vit ikki eiga at gevast við at drepa grind.
Kanningin avdúkar, at tað hvørki er útbúgving ella bústaður, sum avger hugburðin, men hinvegin tann sterki mentanarligi samleikin:
– Tey, sum siga, at grindin er ein týdningarmikil partur av okkara mentan, eta eisini meira grind. Mentanarligi komponenturin hevur ein ógvuliga sterkan leiklut í, um vit eta ella ikki, greiðir Elsa frá.
Hetta sæst aftur í hugburðinum hjá fólki: Fá halda, at grind kann etast fleiri ferðir um mánaðin, men helvtin heldur, at tað ger ongan skaða at eta hana nakrar fáar ferðir um árið – til dømis á ólavsøku ella tá ið fesk grind er at fáa.
Tey ungu verja siðaarvin
Eitt av áhugaverdu úrslitunum í granskingini snýr seg um tey ungu millum 18 og 29 ár. Miðlakanningin vísir, at almenna umrøðan um dálking og tilmæli náddi hæddina millum 2008 og 2011, men síðani er umrøðan minkað burtur í einki.
Hetta sæst aftur í vitanini hjá ungdóminum:
– Tey ungu hava í nógv minni mun hoyrt um heilsutilmælini samanborið við tey eldru. Men tá ið vit spyrja um týdningin av grind, eru tað í størri mun tey ungu, sum halda, at grindin er týdningarmikil fyri okkara mentan. Tey taka í størri mun undir við grindadrápi og siga nei til, at vit skulu gevast at drepa grind, sigur Elsa.
Spurd, hví tað er so, vísir hon á, at trýstið uttanífrá – eitt nú frá felagsskapum sum Sea Shepherd – kann hava elvt til ein vilja hjá ungum føroyingum at verja føroyska siðaarvin og samleikan.
Kvinnurnar hava lurtað
Hóast føroyingar framvegis eta grind, er matarmynstrið munandi broytt síðani 1980-árini. Serliga ein bólkur hevur tikið ávaringarnar í stórum álvara: kvinnur í burðarførum aldri.
Tá ið mált varð í hárinum hjá mammunum í Kohort 1 í 1986–87, høvdu 15 prosent av teimum eitt kyksilvurvirði oman fyri 10 mikrogramm fyri hvørt gramm, og miðalvirðið lá oman fyri 4. Hetta er sera nógv, samanborið við aðrar kanningar úti í heimi. Í nýggjastu kanningini, Kohort 6 frá 2021–22, er miðalvirðið fallið heilt niður á 0,5 mikrogramm.
– Kvinnur í burðarførum aldri hava sanniliga tikið tilmælini til sín. Í dag eru tær á sama støði sum aðrar kvinnur í Evropa, vit vanliga samanbera okkum við, sigur Elsa.
Menn eta framvegis nógv meira og oftari grind enn kvinnur, og teir hava samsvarandi nógv hægri virði av kyksilvuri í blóðinum. Ein partur av frágreiðingini kann vera, at heilsukunningin øll hesi árini hevur havt nærum alt fokusið á ungar kvinnur og ófødda barnið, meðan menninir sjáldan hava verið nevndir.
Misvísandi boð frá myndugleikum
Elsa vísir eisini á, at myndugleikarnir sjálvir hava sent ógreið boð. Í 2008 mælti Landslæknin til, at grind als ikki skuldi roknast sum mannaføði longur. Trý ár seinni, í 2011, kom Heilsufrøðiliga Starvsstovan tó við einum nýggjum tilmæli, sum segði, at vaksin kundu eta grind eina ferð um mánaðin.
– Tað er ein trupulleiki út frá einum fólkaheilsusjónarmiði, at vit hava tvey tilmæli, sum siga hvør sítt: at eta grind eina ferð um mánaðin ella slettis ikki at eta grind. Tað er eitt øgiliga vítt spenni, sigur Elsa, sum heldur, at myndugleikarnir eiga at taka málið uppaftur, so nýggj ættarlið fáa greiða kunning.
Sjálv tók hon avgerðina sum ung kvinna:
– Eg eri sjálv eitt 'kyksilvurbarn' frá 1987. Tá ið eg kom upp í tjúguni og fór at hugsa um burðarføra aldurin, gavst eg at eta grind. Eg eigi tvær gentur í dag, og eg fari ongantíð at geva teimum grind, og eg fari heldur ongantíð at eta grind aftur, sigur Elsa Helmsdal, granskari.
Tú kanst hoyra alla longu samrøðuna við Elsu og frágreiðingina um hennara gransking í útvarpssendingini Vitan í dag klokkan 17.05 ella á KVF Ljóð.



























