Hondbóltskvinnurnar: Hópurin trimmaður til EM-venjingardystir

Hondbóltskvinnurnar: Hópurin trimmaður til EM-venjingardystir
Claus Mogensen hevur trimmað burturav bruttohópinum og 16 spælarar eru tiknir út til EM-venjingardystir ímóti Eysturríki seinni í oktober
Eyguni við bóltinum: Meir ferð verður sett á EM-fyrireikingarnar við venjingardystum ímóti Eysturríki
Mynd: Kollektif  
 
07.10.2026 - 10:09

Claus Mogensen hevur trimmað burturav bruttohópinum, sum var savnaður í Føroyum í september, og hevur tikið 16 spælarar út til EM-venjingardystirnar ímóti Eysturríki seinni í oktober.

Av teimum, sum vóru tiknar út av fyrstan tíð, eru Gylta Djurhuus á Neystabø, Lív B. Zachariasen, Lukka Arge, Inga Maria Roysdóttir, Sára Berg á Lag, Anna Elisabeth Halsdóttir Weihe og Súna Krossteig Hansen ikki við ímóti Eysturríki.

Súna Krossteig Hansen var heldur ikki við í september, tí hon er skadd, og ivasamt er, um hon nær at gerast klár til EM-endaspælið í desember.

Harumframt venja Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 við hópinum 18. og 19. oktober, áðrenn leiðin gongur til Eysturríkis mikudagin 20. oktober. Venjingardystirnir vera hósdag 

Av teimum, sum eru tiknar út, eru Ró Reginsdóttir úr Neistanum og Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF verdar at nevna. Tær eru einastu spælararnir úr føroysku deildini.

Landsliðið savnast í Føroyum sunnudagin 18. oktober og venur í Føroyum fram til mikudagin 21. oktober, tá ferðast verður til Eysturríkis, har tveir vinardystir eru á skrá. Hin fyrri verður hósdagin 22. oktober og hin seinni leygardagin 24. oktober kl. 16.15.

Tveir dystir eru eisini á skránni í november áðrenn EM-endaspælið. Talan er um Golden League í Norra móti Norra og Danmark.

 

Føroyski landsliðshópurin:

Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (Pólland)

Bakkar
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (Danmark)
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (Danmark)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (Danmark)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (Danmark)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (Danmark)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (Ísland)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (Danmark)

Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (Rumenia)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (Ísland)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820