- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir í fjør
Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir í fjør
Almenni geirin hevði 400 milliónir í avlopi. Bæði land og kommunur høvdu færri løguútreiðslur í 2025

Tað almenna gjørdi íløgur fyri 1,6 milliardir krónur í fjør, 23,3 prosent minni enn í fyrraárið.
08.10.2026 - 09:29
Almennu útreiðslurnar vóru slakar 15,1 milliard krónur í 2025.
Tað eru 86,4 milliónir krónur, 0,6 prosent, meira enn í 2024.
Laki útreiðsluvøksturin kemur í høvuðsheitum av, at bæði land og kommunur høvdu minni løguútreiðslur í 2025, skrivar Hagstovan.
Inntøkurnar hjá almenna geiranum vóru 15,5 milliardir krónur.
So almenni geirin hevði slakar 400 milliónir krónur í avlopi.
Tað almenna gjørdi íløgur fyri 1,6 milliardir krónur í 2025, 23,3 prosent minni enn í 2024.
Íløgurnar hjá landinum eru minkaðar tvey ár á rað.
Hetta er fyrstu ferð, íløgurnar hjá kommununum minka síðani 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























