- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kalsoyarferjan løgd til viks - raðfesta nýggja Ritu í staðin

Ætlanin um nýggja kalsoyarferju verður fyribils løgd til viks.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ætlanin er at byrja fyrireikingar og projektering til Kalsoyartunnilin í heyst.
Partafelagið Norðoyartunnilin skal standa fyri projekteringini.
Í staðin verður ætlanin um eina nýggja ferju til Fugloyar og Svínoyar raðfest.
SAM er álitið á kalsoyarleiðini. Ætlanin at byggja nýggja ferju til farleiðina er løgd til viks, tí nú arbeitt verður við møguleikanum at gera tunnil í Kalsoynna.
Nýggja ferjan skal avloysa Rituna, sum í dag røkir farleiðina. Ferjan skal kunna taka tveir bilar og 75 ferðafólk.
Á fíggjarlógini fyri 2027 verða góðar 48 milliónir krónur í óbrúktari játtan fluttar fram, og tí verða tilsamans 68 milliónir krónur tøkar til endamálið í 2027.
Væntandi verður skipið boðið út um ársskiftið, og mett verður, at tað tekur umleið tvey ár at smíða.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:


























