- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar upp um 50 mál ímóti eiðismonnum

Hoyvíkingar skoraðu eftir vild, tá EB vitjaði til landskappingardyst í Hoyvíkshøllini í dag.
H71 vann ikki minni enn 51-18, og góvu eiðismonnum harðasta lærupeningin higartil í bestu mansdeildini.
Brian Slyne skoraði 10 mál, Boas Ellefsen á Skipagøtu og Sofus í Selvindi Nattestad skutu sjey í part og Suni Dalsgaard og William Napoleon Djurhuus fingu seks mál hvør í stórsigrinum.
VÍF vann á Kyndli í Høllini á Hálsi. Vestmenningar vóru frammanfyri stóran part av dystinum, men heimaliðið spældi seg upp á javnt 30-30, tá fýra minuttir vóru eftir. Tá var VÍF kortini hvassari og vann 34-31.
Filip Jojic skeyt átta mál fyri VÍF, meðan Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum.
Í SMS-deildini vann H71 trygt 35-22 á EB. Tær í Hoyvík eru fremstar í deildini við 10 stigum.



























