- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan við USA til viðgerðar í Inatsisartut

Í gjár byrjaði grønlendska tingviðgerðin av avtaluni, sum herfyri varð gjørd millum Grønland, Danmark og USA.
Serliga tríggir spurningar vórðu reistir undir viðgerðini.
Ein var, um tað yvirhøvur ber til at broyta so mikið sum eitt komma í avtaluni, sum longu er undirskrivað av trimum persónum, og tingfólk hjá andstøðuflokkunum, Naleraq og Siumut, vístu á, at avtalan er undirskrivað langt burturi frá fólkinum, sum hon snýr seg um.
Ein annar spurningur snúði seg um, at nýggja avtalan bindur allar partar til at verja grønlendska umhvørvið, men hon vísir eisini til tvær gamlar avtalur - avtalur, sum sambært Pele Broberg úr Naleraq longu hava víst, at Danmark ikki megnar at lyfta uppgávuna at verja grønlendska umhvørvið.
Kunnu telja verjuútreiðslur við
Og triði spurningurin var, um Grønland fær nóg nógv burtur úr avtaluni búskaparliga. Her førdi Pele Broberg fram, at Danmark við avtaluni kann telja verjuútreiðslur í Grønlandi við í sínum samlaða gjaldi til NATO, samstundis sum Grønland ikki fær nakað burtur úr peningaliga.
Men her vístu fleiri aðrir tinglimir á, at avtalan ikki bara snýr seg um pengar, men eisini um trygd, og Mute B. Egede, landsstýrismaður í uttanrikismálum, segði, at tað, sum hevur størstan týdning, er at vísa, at Grønland ikki er ein handilsvøra og kann ongantíð keypast.
Enn er ikki ásett, nær avtalan fer til 2. viðgerð og atkvøðugreiðslu í Inatsisartut.



























