- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin: Landið eigur at virða avtaluna um havnargjøld
Borgarstjórin: Landið eigur at virða avtaluna um havnargjøld
Borgarstjórin í Sands kommunu legst nú aftrat øðrum borgarstjórum, sum finnast at uppskotinum hjá landsstýrinum um at strika havnargjøld hjá Strandferðsluni

Kristian Oskar Henriksen er borgarstjóri í Sands kommunu
13.10.2026 - 10:46
- Vit hava eina avtalu, og hana eigur landið at virða.
Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, sum nú legst aftrat øðrum borgarstjórum, ið hava funnist at uppskotinum hjá landsstýrinum um at strika havnargjøldini hjá Strandfaraskipum Landsins.
Sildberin røkir siglingina millum Sand og Skúvoy. (Mynd: Strandferðslan)
Sands kommuna hevur avtalu við Strandferðsluna, sum í fyrsta lagi kann sigast upp til 1. januar 2028, sigur borgarstjórin.
Sambært lógaruppskotinum missir Sands kommuna umleið 63.000 krónur um árið, og tað er ein munandi upphædd fyri eina lítla kommunu, sigur Kristian Oskar Henriksen.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























